Avvarðandi hjá sálarliga sjúkum fáa "time out"

10.08.2016 - 15:03
Innlendis
Avvarðandi hjá sálarliga sjúkum fáa "time out"
Børn og systkin hjá sálarsjúkum fáa í heyst møguleika at fara í sjálvhjálparbólk. Hetta er partur av einum nýggjum átaki hjá Sinnisbata.
Mynd: Savnsmynd  

Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, heldur, at stórur tørvur er á hjálp - ella einum time out - til børn og systkin at sálarliga sjúkum. 

Børn og systkin at sálarliga sjúkum stríðast ofta við eitt nú skuldarkenslur, skomm, ótryggleika og ótta fyri eisini at gerast sálarlig sjúk. Tað sigur Súsanna Olsen.

Laura Apol, næstforkvinna í Sinnisbata, er sjálv vaksin upp við eini sálarliga sjúkari mammu. Hon kennir hesar kenslurnar frá barndóminum. 

- Tað ávirkar alla familjuna, tá ið ein persónur er sálarliga sjúkur, sigur Laura. Fyri hana hevði tað stóran týdning at ganga í sjálvhjálparbólki. 

Nógv hava sett seg í samband við Sinnisbata at sóknast eftir tilboðum til børn og ung, ið varða av sálarsjúkum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327