Fyrsti steypasigurin hjá KÍ

26.08.2016 - 10:15
ÍtrótturFótbóltur
Fyrsti steypasigurin hjá KÍ
Tað eru í ár júst 50 ár síðani, at KÍ vann steypakappingina í fótbólti á fyrsta sinni. Vit hava gjørt ein stuttan samandrátt frá finaluni í 1966

Almenna steypakappingin í føroyskum mansfótbólti byrjar í 1955. Tá verður spælt um serstakt bikar, sum feløgini á Ísafirði í Íslandi høvdu givið ÍSF at lata føroysk feløg kappast um. KÍ er við fyrstu trý árini, men fer so burturúr.

Í 1965 byrjar kappingin um fyrstu Ísafjarðarsúluna. Nú er KÍ við aftur. Og í 1966 er KÍ í finaluni móti HB. Finaludysturin verður spældur á uttanveltaðum vølli í Sarpugerði í Norðragøtu 4. september. KÍ hevur nú funnið ta manningina, sum ger hol í sjógvin í føroyskum fótbólti. Teir vinna greipuna bæði í 1966 og 1967.

Her er brot úr útvarpsfrásøgnini frá steypafinaluni fyri hálvari øld síðan. KÍ vann dystin 4-2. Tað er fyrsti sigurin hjá KÍ í steypakappingini. Olvheðin Jacobsen skeyt hattrikk í finaludystinum í 1966. 19 ára gamli Jógvan Arge útvarpaði.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV