Kvørnin

Kvørnin: "Tívils Døtur" við KATA
15-09-2016
Debutfløgan "Tívils Døtur" hjá sangbólkinum KATA fær 5, 5 og 4 av 6 møguligum stjørnum frá Urd Johannesen, Fríðálvi Jensen og Ísak Sambleben

Lagið "There Was A Time" hjá Sofus Høj roynir seg gjøgnum "Nálareygað".

Eyðfinn Jensen er vertur.

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

"Ein guitarleikari syngur sítt lívsins heyst við hjartanum á rætta stað" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir "Sólskin" saman við Páll Oddi Rubbeksen. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-01-2026
Stakløgini, ið verða ummæld, eru "Milestones" við Dan Olsen, "Don't Give Up" við Tinu Mellem og "Eysturav" við Tunghoyrt.
22-01-2026
"Mangt og hvat av ovastalofti, sum er tikið niður og pussa og skygt", er yvirskriftin hjá Ingmar Berg Mikkelsen, sum ummælir fløguna saman við Regini Toftegaar.d
15-01-2026
"Kjallaramenning" og "Tveir vinmenn hugna sær" siga ummælarar Páll Oddur Rubbeksen og Ári Rouch um plátuna "Stev" við maður:glotti. Eyðfinn Jensen er vertur.
18-12-2025
Ingmar Berg Mikkelsen og Birgar Larsen ummæla tríggjar nýggjar føroyskar jólasangir. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
11-12-2025
"Ravindalig tónlist í heimligum og lítillátnum føroyskum hami" og "Tá føroyskt vinnur á enskum - Íða fangar ringrásir og innara órógv" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum.
04-12-2025
"Elinborg skrúvar harðari frá", sigur Ári Rouch, sum saman við Regini Toftegaard ummælir fyrstu heildarútgávuna við Elinborg. Eyðfinn Jensen er vertur.
20-11-2025
Holgar Johannesen og Ingmar Berg Mikkelsen ummæla heildarútgávuna "Ævir, amen" við alternativa jazz bólkinum GØ, ið varð kosin ársins serútgáva á FMA 2025.
13-11-2025
Ári Rouch og Regin Toftegaard ummæla "Livandi" við Døgg Nónsgjógv. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
06-11-2025
Páll Oddur Rubbeksen og Birgar Larsen ummæla frum EP'ina "Overnight Sensation" við Jón Eliassen. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-10-2025
"Ljósareyður poppur við svørtum rondum" sigur Regin Toftegaard, meðan Ingmar Berg Mikkelsen kallar hana "eina ljósareyða pinku-heimstjørnu". Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
23-10-2025
"Frá sorgarleiki ti innara frið" er yvirskiftin hjá Regini Toftegaard, ið ummælir Spegil í Kvørnini saman við Holgari Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
16-10-2025