- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Hvørki stjórin á Landsverk ella landsstýriskvinnan í mentamálum vita at siga, hvat endaligi kostnaðurin verður fyri skuladepilin í Marknagili. Minst 73 milliónir krónur eru parkeraðar í Gerðarrættinum, og enn veit eingin, hvat kostnaðurin av sjálvum sakarmálinum verður.
Tað er eingin loyna, at trupulleikarnir hava verið nógvir í byggjarínum í Marknagili, og sambært Landsverki, hevur budgettið verið ov stramt rá byrjan.
Tað hevur elvt til trupulleikar, at skorið varð inn á bein í verkætlanini, sum var skerd við 90 milliónum, áðrenn farið var í gongd við at byggja, sigur Ewald Kjølbro.
Skúlin skuldi standa liðugur í 2016 sambært verklagslógini frá 2013, men nú vónar byggiharrin baram, at bygningurin er tættur og hevur tak, áðrenn veturin kemur.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




