Landsbanka Føroya ikki lív lagað

27.09.2016 - 13:48
InnlendisPolitikkur
Landsbanka Føroya ikki lív lagað
Tað er ikki eydnast landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum at fáa eina breiða semju um at endurstovna landsbankan, heldur formaðurin í Sambandsflokkinum

Landsbankanum er ikki lív lagað, um hann verður endurstovnaður, tí tað hevur ikki eydnast Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, at fáa eina breiða semju um at endurstovna Landsbankan.

Hetta ger Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, greitt.

Bárður á Steig Nielsen vil, eins og formaðurin í Fólkaflokkinum, ikki vita av Landsbankanum, tí hann er óneyðugur og kostnaðarmikil súmbolpolitikkur, sigur formaður í Sambandsflokkinum.

Verður Landsbankin endurstovnaður nú, verður hann avtikin aftur, tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin koma aftur til valdið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902