- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ronaldo skrivaði til Aimi á Instagram
11-10-2016
Eg veit ikki, hví hann skrivaði til mín, sigur Aimi Helbo, sum í fyrstuni hevði ilt við at trúgva, at talan veruliga var um fótbóltsstjørnuna
Tá tað gjørdist greitt, at Aimi ikki var í Føroyum, beyð Ronaldo henni at hittast í Madrid.
- Eg veit ikki um eg hevði torað, sigur Aimi, tá hon verður spurd, um hon ætlar at taka av tilboðnum.
Hon leggur aftrat, at hon als ikki veit, um hon fer til Madrid.
Aimi Helbo sigur, at hon als ikki er Ronaldo-fjeppa.
- Hann er sikkurt fínur nokk, og hann er ein ein ok spælari, men hann er eisini eitt sindur grenjutur.
Ein partur av teirra samskifti er at finna á facebookvanganum hjá Aimi. Restin verður tó ikki lagt út, sigur Aimi Helbo, ið heldur, at støðan er ógvuliga surrealistisk
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, ársins orð, brot úr Føroya søgu, bíligir bústaðir, Ikki eitt orð um pengar
07-11-2024