- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Kannar ridluskriða í samstarvi við Setrið
13-10-2016
Lesandi á Setrinum skriva uppgávu um ridluskriða, og í tí sambandi verða nógvar blóðroyndir tiknar í seyðahúsinum á Glyvursnesi
Morgunsendingin skiftir orð við Sjúrð Patursson úr Kirkjubø, sum er festari á Glyvursnesi.
Teir vóru á fjalli síðsta mikudag. Mjørki kom á undir fyrstu gonguni, og tí gekk nógv eftir.
Teir ungu fóru niðan aftur tvær ferðir, og tá kom mest sum alt inn.
150 áseyðir eru tilsamans, og Sjúrður Patursson letur sera væl at skurðinum.
Veðurlombini viga 33 pund í miðal og gimburlombini 29 pund. Tað verður hildið at vera sera gott í haganum.
Hetta er gott lív, um tú tímur tað, men tað er neyðugt, at tey, ið eru rundan um, eisini tíma, sigur Sjúrður Paturssom
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024