- Hetta átti at verið til at liva við

22.10.2016 - 14:54
Innlendis
- Hetta átti at verið til at liva við
Tað sigur stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, um siglingina hjá Teistanum

Teistin fer at sigla níggju túrar um dagin úr Skopun á Gomlurætt, og Teistin fer at sigla tríggjar túrar um dagin úr Hesti á Gomlurætt fýra dagar um vikuna, og tveir túrar tríggjar dagar um vikuna.

Tað er úrslitið, nú Strandferðslan er liðug at leggja um siglingina hjá Teistanum.

Sum nakað nýtt er nú talan um tvær ymiskar farleiðir - eina millum Skopun og Gomlurætt, og eina millum Hest og Gomlurætt - og ikki sum higartil, har Teistin onkrar túrar leggur at í Hesti á leiðini millum Skopun og Gomlurætt.

Teistin ger fyrsta túrin av Skopum klokkan 06:45 á morgni, og siglur seinasta túrin av Gomlurætt klokkan 23:05. Leygardag og sunnudag er fyrsti túrur av Skopun tó klokkan 08:10. Samanlagt siglur Teistin níggju túrar millum Skopun og Gomlurætt um dagin.

Langt frá sama tænasta verður tó galdandi fyri tey, sum búgva í Hesti. Teistin fer fyrsta túrin av Gomlurætt út í Hest klokkan 08:45, og innaftur úr Hesti klokkan 09:05. Og so fer Teistin av Gomlurætt út í Hest klokkan 19:10 og innaftur úr Hesti klokkan 19:30. Fýra dagar um vikuna - mánadag, mikudag,

fríggjadag og sunnudag er ein túrur mitt á degi, av Gomlurætt klokkan 14:30 og úr Hesti klokkan 14:50.

Broytingarnar koma í gildi 1. november.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444