Credo

Credo: »Takksemi gevur gleði«
06-11-2016
Kitty May Ellefsen legði lívið um eftir ráðum frá læknanum. Proppurin varð settur í fløskuna og lissurnar á renniskónum bundnar

Kitty May Ellefsen hevði úr at gera; hús og heim og almikið arbeiði. Hon varð alt meiri strongd og hevði torført at finna frið og hjartaði dukaði.

Tá gav ein kvinna henni tey ráð, at drekka sær eitt glas av reyðíni hvørt kvøld, so hon hevði lættari at sovna.

Men eina glasið varð til trý gløs uppá stutta tíð og síðani til tvær fløskur. Hon goymdi gløs og fløskur fyri familjuni til alt lívið steðgaði upp.

Læknin gav henni tey ráð at fara at renna og tá byrjaði alt at ljósna.

Kitty May fór í AA og skjótt hevði hon mist 24 kilo, funnið sálarfriðin aftur og komin til sættis við, at hon er alkoholikari og tí ongantíð á aftur kann drekka alkohol.

Í dag hevur hon givið út bók, sum eitur "Frá reyðvíni til marathon."

Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at síga frá líknilsinum um tær 10 moyggjarnar.

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

Vertur: Armgarð Arge

"Tú kanst biða, stuðla arbeiðinum ella fara út í heim"
17-05-2026
Tú ert tað tú gert.
10-05-2026
Eg má stríðast fyri at vinna mær heilsubót.
03-05-2026
Kærleikin bar av øllum.
26-04-2026
"Eg kendi tað, sum eg vaknaði".
19-04-2026
Rithøvundurin C.S.Lewis
12-04-2026
Gíslar hjá yvirgangsbólki.
22-03-2026
"Hetta er strævið, men eg royni at hjálpa, har eg kann".
07-09-2025
"Eg vil sleppa at vera hjá míni konu og børnunum".
31-08-2025
Lestrabók og "brochmandslestur"
18-12-2024
"Kom bara inn, eg skal ikki gráta".
29-11-2024