- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Í hesi sending verða tríggir fyrilestrar sendir, ið vóru hildnir á Vísindavøkuni 2016, sum granskingarráðið skipaði fyri.
Tann fyrsti fyrilesturin, er um grøna elframleiðslu og orkugoymslur.
Annar fyrilesturin eru um varandi orkukeldur -visión Føroyar 2030 og tann triðji og seinasti, er um framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi.
Tey ið halda fyrilestrarnar er:
Bjarti Thomsen, ið starvast á umhvørvisstovuni, heldur fyrilesturin við heitinum Grøn elframleiðsla og orkugoymslur.
Lau Blaxekjer, lærari á søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilesturin um visiónina at gagnnýtan varandi orkukeldurnar í Føroyum.
Og Firouz Gainin, lærari á søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilestur um framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi.
Lurta eftir sendingini her:

Vitan
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.







