Vitan

Vísindavøkan 2016 (2:2)
10-01-2017
Um burðardygt seyðarhald og økokritikk í bókmentum

Í hesi sending, senda vit tveir fyrilestrar, ið vóru hildnir á Vísindavøkuni 2016, sum granskingarráðið skipaði fyri.

Tann fyrri er um, hvussu vit menna burðardygt seyðahald í Føroyum. Jens Ivan í Gerðunum, frá búnaðarstovuni, heldur fyrilesturin.

Tann seinni er um økokritikk í bókmentum. Bergur Djurhuus Hansen, sum starvast á Føroyamálsdeildnini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilesturin og hevur hann fingið heitið: Náttúran hevnir seg, Økokritikkur í bókmentum

Lurta eftir sendingini

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.

Um hvussu bakiger kann brúkast til at finna heilivág fyri kovid19 og malaria.
20-10-2026
Nærum allir føroyingar vita, at grind er dálkað - kortini halda vit fram at eta grind.
06-10-2026
Hvussu gongur á Mars?
06-10-2026
Um at diagnosan etingarólag rakar sosialt skeivt og um veðurlagsbroytingar, sum hendu fyri 200 mió. árum síðani.
22-09-2026
Um Toxiplasmosa og Super El Niño
08-09-2026
Í fleiri umførum hava fornfrøðingar frá Tjóðsavninum staðið fyri fornfrøðiligari rannsók av eini bønhústoft á Velbastað.
27-03-2026
Lív er her á jørðini, men nógv bendir á, at lív ikki bara er her á jørðini, men eisini aðrastaðni í alheiminum.
28-10-2025
Hví hvurvu norðbúgvarnir í Grønlandi? Tað er ein av størstu gátunum í søguni. Nýggj gransking kann kanska geva eina ábending um, hvat hendi.
16-11-2022
Sjálvt um alheimsupphitingin helt uppat í morgin, so hevði havið um allan knøttin hildið fram at hækka
15-09-2022
Tað var ógvuliga heitt í Evropa í summar. Áir tornaðu, skógareldar herjaðu, og fólk vóru um at ganga frá verðini. Orsøkin til ógvusliga hitan var jetstreymurin, sum klovnaði
13-09-2022
Tveir fyrilestrar um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.
17-06-2022
Nýggja føroysk gransking vísir, at hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers.
16-05-2022