- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Meðan hann var til skips við "Vágbingi" kom Tordur fram á eina lýsing, har søkt varð eftir fólki at læra til pleygara. Hann fór undir hesa útbúgving í Danmark í 1969.
Her hitti hann menn, sum vóru sjúkrasystrar. Nú søkti hann um upptøku á sjúkraystrarskúlan í Føroyum og slapp inn. Var á Landssjúkrahúsinum, men fór síðani hálvtannað ár til USA á bíbliuskúla við meira.
Var aftur á LSH, men ferðaðist í Ísrael 1978 og arbeiddi ein mánað í 1979 á einum heimi í Bethlehem. Á hesi ferð hitti Tordur Sigrun Gunnarsdóttir og bar fram bønarorð. Tey giftust til jólar.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.



