- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin
Tað finst eingn yvirskipað ætlan, og eingin yvirskipaður umhvørvispolitikkur. Tí er lítið sannlíkt, at vit røkka tí málinum, sum eitt samt løgting setti í 2009. Umhvørvisstovan vil hava búskaparliga stýring og avgjøld og dálkandi orku.
Men landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg ætlar ikki at leggja avgjøld á tungolju og aðrar dálkandi orkukeldur. Nú snýr tað seg um at fáa fólk at leggja um til el, og tí skal ravmagn ikki dýrka óneyðuga nógv, sigur hon.
Í hesum radaranum tosa vit við Suna Petersen av Umhvørvisstovuni, Teresu Jákupsdóttir, sum er útbúgvin í klimastrategi og landsstýriskvinnuna í Umhvørvismálum, Sirið Stenberg.
Hoyr eisini samrøðuna við Heina Zachariasen, sum hevur eina fyritøku í Silicon Vally, har 100 av teimum stóru tøkniligu fyritøkunum hava stevnt amerikanska forsetanum Donald Trump.