Góðan morgun Føroyar

Ársins pressumynd ber ein boðskap, sum skal út
16-02-2017
Tað heldur Bárður Eklund, sum hevur lisið photojournalistikk og hevur drúgvar royndir í fakinum

19. desember í fjør fór turkiski fotografurin, Burhan Ozbilici, á tíðindafund á listasavni í Ankara.

Hann var á veg til hús, og tí var tað av tilvild, at hann steðgaði har.

Tað vísti seg, at júst hesin tíðindafundurin varð sera dramatiskur.

Russiski sendimaðurin í Turkalandi, sum helt røðu, bleiv skotin til deyðis.

Ozbilici tók mynd av drápsmanninum og dripna sendiharranum, og henda myndin er vald at vera ársins pressumynd, World Press Photo of the Year.

Hetta er ein týðandi mynd, sum skal vísast alment, heldur Bárður Eklund.

Leinkið til myndina sæst her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føðingardagshagtøl og veðrið
29-09-2026
Norðurlendskur kokkadystur, náttúrugrundaðar loysnir
28-09-2026
Prát og veðrið
28-09-2026
Ullarmóttøkan hjá Búnaðarstovuni og Frændur
24-09-2026
Nirvana og veðrið
24-09-2026
Nýtt felag fyri lungnasjúk, Tryggur Ítróttur
23-09-2026
Prát og veðrið
23-09-2026
Bókadeild Føroya Lærarafelags 70 ár og gráa gullið
22-09-2026
Prát og veðrið
22-09-2026