- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Útvarpið skuldi heldur ávarað um harmonikutónleik
24-03-2017
Tað sigur Teitur Egholm Fossaberg við einum smíli, nú hann hevur lagt til merkis, at útvarpið ávarar lurtarar, áðrenn tungmálmur verður spældur
Ársins metal battle verður í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið. Teir fimm bólkarnir, ið dystast um sigurin og møguleikan at spæla á Wacken í Týsklandi, eru: Goresquad, Necrolepsia, Iron Lungs, Bragdarlogi og Asyllex.
Morgunsendingin skiftir orð við Teit Egholm Fossaberg, umboðandi Upp við hornunum, Jan Roger Pettersen frá Metal Battle Norra, Søren Weiss Kristiansen frá Blastbeast.dk og Kára Streymoy, ið er fyrrveandi trummusláari í Týr.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024