Hetta hevur nívt meg í 17 ár sigur Heðin Mortensen

25.03.2017 - 13:55
InnlendisPolitikkur
Hetta hevur nívt meg í 17 ár sigur Heðin Mortensen
- Sum politikari skal eg tola nógv, men hetta at hava likið upplýsingar til fjølmiðlarnar, tað er ikki eg, sigur Heðin Mortensen, politikari

Fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg biður nú sitandi løgmann, Aksel V. Johannesen um at bera Heðini Mortensen, tingmanni umbering fyri órætt, ið hann gjørdi móti honum fyri 17 árum síðani.

Tað kemur fram í einum svari frá løgmanni til Heðin Mortensen, sum herfyri setti honum ein skrivligan fyrispurning um, hvat hann ætlar at gera fyri at fáa fram í ljósið, hvat hendi, tá táverandi løgmaður Anfinn Kallsberg av órøttum kærdi seg fyri tingformansskapinum fyri at hava brotið sína tagnarskyldu sum næstformaður í Uttanlandsnevndini og at hava likið trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting.

Ákærurnar frá Anfinni Kallsberg vóru falskar, skrivar Heðin Mortensen í fyrispurninginum, og ja, tað vóru tær, stendur í svarinum, sum nú er komið frá sitandi løgmanni.
Aksel V. Johannesen, løgmaður sigur í svari sínum, at hann ikki ætlar sær at taka nøkur serlig stig, tí tað, sum undanmaður hansara hevur gjørt ella ikki, er uttan fyri starvsøkið hjá sær.

Heðin Mortensen, tingmaður, er í útvarpsstovuni saman við Brynhild Thomsen

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098