Skil fiskin!

Skil fiskin! - Hví fiskivinnunýskipan? (1:9)
29-03-2017
Fiskivinnunýskipanin er ein avleiðing av eini røð av hendingum seinastu 50 árini. Sendingin setir nútíðina í samband við søguligu hendingarnar

GG: fyrsta sluppin kom í 1872, ikki í 1882, sum sagt verður í sendingini.

Fiskivinnan skal skipast av nýggjum frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvørjar eru orsøkirnar til, at vit eru í eini nýskipanartilgongd júst nú. Og hvat er tað, kjakast verður mest um?

Hesir spurningar eru óloysiliga tengdir at øðrum hendingum seinastu hálvthundrað árini.

---

Fyrr var føroysk fiskivinnan púra fræls.

Í slupptíðini vóru næstan ongar avmarkingar - bæði á føroyska fiskiskapinum í eitt nú Grønlandi og Íslandi og á útlendska fiskiskapinum í føroyskum sjógvi.

Skipini ferðaðust víða um, øll kundu fiska allastaðni og so nógv tey høvdu hug at fiska.

Men, so kom heimspolitikkur upp í leikin. Alt broyttist í góð 30 ár eftir seinna heimsbardaga. Fleiri lond kravdu størri sjóøki, sum tey einsamøll kundu ráða yvir, og í 60'unum og 70'unum tók gongdin veruliga dik á seg. Í 1964 var føroyska fiskimarkið flutt út á 12 fjórðingar. Íslendingar boðaðu í 72 frá, at teirra fiskimark nú var 50 fjórðingar úr landi. Bara fýra ár seinni, í 76, fluttu íslendingar fiskimarkið út á 200 fjórðingar og Føroyar gjørdu tað sama 1. januar í 77.

Fáar hendingar eru so týdningarmiklar í fiskivinnusøguni, ja, í føroyskari søgu yvirhøvur, sum tá ið fiskimarkið fór út á 200 fjórðingar. Vit skulu aftur til avtøku einahandilsins í 1856, at bátsbandið var avtikið 1868, ella til fyrsta sluppkeypið í 1872 at finna líknandi stórhendingar.

Og tað er ikki løgið, at tey flestu halda hetta vera eina av størstu gávunum, sum Føroya fólk nakrantíð hevur fingið. Útlendingar høvdu troytt føroysku grunnarnar í nógv hundrað ár, og frá 1. januar í 77 høvdu hesir brádliga onga atgongd til eitt risastórt øki kring lítlu oyggjatjóðina - eitt sjóøki, sum er góð 99 prosent av øllum føroyskum øki tilsamans.

Men talan var um eitt tvíeggjað svør, tí samstundis sum útlendingar vóru tveittir úr føroyskum sjógvi, sluppu føroysku skipini ikki longur at fartast frá einum kendum miði til annað í Norðuratlantshavi, sum tey høvdu gjørt í nærum eina øld síðan slupptíðin byrjaði. Nú var føroyski flotin fangaður í egnum akvarium, sum fleiri hava tikið til.

Fiskaríku grunnarnir við Ísland, Vesturgrønland, New Foundland og aðrastaðni vóru ikki longur frítt atkomuligir hjá føroysku skipunum. Norðuratlantshavið var ikki longur spælipláss hjá føroyska flotanum - nú skuldi hann halda seg til sítt øki.

Og við eitt fekk politiska skipanin ábyrgd, sum hon ikki hevði havt frammanundan. Hon skuldi umsita avmarkaða fiskatilfeingið innanfyri 200 fjórðingamarkið. Og tað var ein avbjóðing, sum hvørki politikarar ella embætisverk megnaðu.

Ringt er at læra gamlan hund uppi at sita, sigur orðatakið. Veiðihugburðurin, bæði hjá politikarum og vinnurekandi, tók ikki hædd fyri, at tilfeingið nú var avmarkað. Hugburðurin fylgdi ikki nýggja geopolitiska veruleikanum eftir 77, og tað var ein av høvuðsorsøkunum til, at landið fór á húsagang fimtan ár seinni.

Árni Olafsson, skrivstovustjóri á landsskrivstovuni fyrst í 80 árunum, sigur í grein 19 frágreiðingini um 80 árini, at

"Í størri og størri mun fór føroyska fiskiøkið at gerast álitið, og tí var tørvur á at nýta tað so búskaparliga skynsamliga sum møguligt. Eg helt meg síggja, at at ein tann størsta forðingin fyri tí var sjálvur hugburðurin, ið enn var fargaður av teimum góðu gomlu døgunum, tá ið frítt var at fiska á øllum høvum."

Umfatandi stuðulin til fiskivinnuna og veðhald, sum landskassin lat privatum skipaíleggjarum í 80'unum, var greitt tekin um, at politiska skipanin var meira upptikin av at vaksa um flotan og veiðiorkuna enn at umsita fiskastovnarnar á burðardyggan hátt.

Men hetta fekk, sum sagt, ein bráðan enda. Í oktober 92 fór sjóvinnubankin av knóranum, og landið varð sett undir umsiting. Danmark kravdi, at fiskiskapurin skuldi avmarkast við kvotum. Í 94 kom lógin um vinnuligan fiskiskap. Loksins var fiskivinnustýringin dagførd í mun til tær geopolitisku broytingar, sum hendar vóru í 77. Lógin um vinnuligan fiskiskap, kunnu vit siga, var seinkað við 17 árum.

Men bara tvey ár seinni, í 1996, varð kvotaskipanin skift út við eina fiskidagaskipan. Hon hevði við sær, at fiskidagar, heldur enn tons, avmarkaðu fiskiskapin. Og hon tyktist at rigga væl fyrstu árini. Toska- og hýsustovnurin hevði framgongd seint í 90'unum, og fleiri politikarar vóru ernir av nýggju dagaskipanini, sum ikki var roynd nakra aðrastaðni í heiminum.

Í 2003 byrjaði toska- og hýsufiskiskapurin tó at minka aftur, og er í dag søguliga lágur. Eingin veit við vissu, hví so er. Summi siga, at fiskidagaskipanin er atvoldin. Onnur halda ikki, at skipanin er orsøk til vánaliga fiskiskapin.

---

Ein av lyklahendingunum í nýggjari tíð, var tá ið reiðarin Eiler Jacobsen seldi P/F Krúnborg fyri hundraðtals milliónir í 2006.

Størsti parturin av vinninginum, sum Eiler Jacobsen fekk fyri Krúnborg var fyri tað veiðiloyvi, sum hann ókeypis hevði fingið frá landinum. Tí setti sølan av álvara spurning við, um tað var rætt, at landið lutaði veiðiloyvi út, uttan at taka nakað fyri tað.

Løgtingið og landsstýrið ressaðust. Loyvini vórðu uppsøgd, og skuldu ganga út 10 ár seinni, tann 31. december í ár. Og tað var eisini her, at kjakið um at selja veiðiloyvi á uppboði av álvara tók seg upp.

Men nógv annað er hent seinastu árini, sum fleiri halda vera góðar orsøkir at skipa fiskivinnuna av nýggjum.

Í 2008-9 gjørdi uppsjóvarfiskiskapurin eitt skarvslop. Norðuratlantiski makrelstovnurin var á ferð orsaka av veðurlagsbroytingum, og varð í nógv størri mun enn áður farin at halda til í føroyskum sjógvi.

Føroyar høvdu sostatt góðar lívfrøðiligar grundgevingarnar fyri at fiska ein størri part av makrelinum enn tað, sum frammanundan var avtala við ES og Noreg.

ES boykottaði Føroyar, og talan var um eina av størstu uttanríkispolitisku kreppum í nýggjari tíð. Men Føroyar fyrireikaðu seg at stevna ES, ES boygdi seg, og føroyska makrelkvotan fleirfaldaðist.

Men hóast sigurin á uttanhýsis fíggindanum, vóru fleiri, sum vóru ónøgd. Reiðaríini, sum fiskaðu makrel, fingu so stóran vinning, at nógvir politikarar hildu, at hann í størri mun átti at komi landinum til góðar. Fiskurin er, sambært lógini, og sambært samgonguskjalinum hjá sitandi landsstýri "ogn Føroya fólks."

---

Sostatt eru høvuðsgrundgevingarnar fyri nýggjari fiskivinnuskipan, at botnfiskastovnarnir eru søguliga illa fyri, og kasta ov lítið av sær, meðan uppsjóvarfiskiskapurin kastar nógv av sær, men at pengarnir ikki koma landinum til góðar. Ósemja er tí um, hvørt landið skal krevja inn tilfeingisrentu, tá ið talan er um ovurstóran vinning.

Størsti parturin av samgonguni vil skifta fiskidagar út við kvotur, fyri at hjálpa botnfiskastovnunum á føtur aftur. Fólkaflokkurin og partar av andstøðuni halda ikki, at fiskidagaskipanin er orsøk til, at botnfiskastovnarnir eru so illa fyri. Tey vilja tí varðveita fiskidagaskipanina, tí hon er í nógvar mátar meira liðilig hjá vinnuni at arbeiða undir.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, leggur upp til antitrust reglur í fiskivinnuni, sum avmarka støddina á reiðaríum, soleiðis at tey ikki fáa politiska makt. Men aðrir politikarar, eisini í samgonguni, halda, at reiðaríini skulu vera stór og sterk. So verða tey effektivari, gera fleiri íløgur o.s.fr.

Og so er tað uppboðssølan, sum ivaleyst hevur verið mest umrødda evnið í fiskivinnukjakinum seinastu árini. Ósemjan snýr seg um, hvørt landið skal halda fram við at lata loyvi út ókeypis til reiðarar, ella um landið skal taka pengar fyri veiðiloyvini. Ein royndaruppboðssøla var í fjør, og verður aftur í ár. Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni leggur upp til lutvísa uppboðssølu, har nýggj rættindi vera boðin út, og verandi rættindi vera verandi hjá teimum, sum søguliga hava rætt til tey. Hesum eru nógvir andstøðutinglimir og summir samgongutinglimir ímóti.

Og nú eru níggju mánaðir til ein semja skal vera funnin á hesum og fleiri øðrum spurningum. Í sendingini "Skil fiskin!" fara vit at lýsa meira út í æsir hvørjir fyrimunir og vansar eru við eitt nú kvotum, fiskidøgum, uppboðssølu, søguligum rættindum, antitrust reglum o.ø.

Skil fiskin!

Sending frá 2017.  Tíðin gongur og lógin um vinnuligan fiskiskap, sum størsta vinnan í Føroyum hevur virkað eftir í góð 23 ár, liggur í andaleypi. Føroyar skulu hava nýggja fiskivinnuskipan frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvussu eru vit komin higar? Hví hava vit í so langa tíð kjakast um hesa góðu nýskipan? Og hvat er tað, kjakast verður mest um, bæði millum politiskar flokkar og í almenninginum? Hesum spurningum fara vit at royna at svara í eini røð av sendingum um fiskivinnunýskipanina næstu vikurnar.
Politikarar tykjast rættiliga avgjørdir. Men hvussu vita teir, hvat er rætt og hvat er skeivt í sambandi við fiskivinnunýskipanina?
04-05-2017
Petur Steingrund og Herit Albinus grundgeva, hvussu vitanin hjá lívfrøðingum og búskaparfrøðingum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
26-04-2017
Hanus Hansen og Magni Skaale grundgeva, hvussu vitanin hjá reiðarum og fiskimonnum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
24-04-2017
Týðandi partur av fiskivinnukjakinum í hesum døgum er um, hvussu stóran part av fiskirættindum einstøk reiðarí skulu sleppa at hava.
20-04-2017
Fiskivinnukjakið hevur verið nógv merkt av spurninginum um uppboðssølu av veiðirættindum. Men hvørjir er fyrimunir og vansar við uppboðssølu?
12-04-2017
Fleiri politikarar ætla at skifta dagar út við kvotur í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvørjir eru fyrimunir og vansar við eini slíkari avgerð?
10-04-2017
Fiskivinnan kann vera burðardygg á ymiskar mátar. Men í summum førum stríðir eitt slag av burðardygd móti øðrum
05-04-2017
Allir politisku flokkarnir leggja dent á lívfrøðiliga burðardygd í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvussu kann málið røkkast?
03-04-2017
Fiskivinnunýskipanin er ein avleiðing av eini røð av hendingum seinastu 50 árini. Sendingin setir nútíðina í samband við søguligu hendingarnar
29-03-2017