- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skil fiskin!
Toska- og hýsustovnurin er niðurfiskaður og fiskiskapurin má minkast. Soleiðis hevur tilmælið hjá Havstovuni ljóðað á hvørjum ári síðan 2004. Tilmælini eru ongantíð fylgd, og í dag er toska- og hýsufiskiskapurin søguliga lágur.
Men nú fiskivinnunýskipanin stendur fyri durum tykjast stóru politisku flokkarnir tó, á pappírinum, at vera upptiknir av at fáa eina burðardygga fiskivinnu frá 1. januar 2018.
Bæði samgongan og fólkaflokkurin leggja stóran dent á lívfrøðiliga burðardygd í sínum løgtingsuppskotum um fiskivinnunýskipan. Og eitt rit, sum Sambandsflokkurin almannakunngjørdi longu í november, leggur eisini dent á stovnsrøkt og at raðfesta lívfrøðiliga ráðgeving í fiskivinnuhøpi.
Í fiskivinnuni snýr lívfrøðilig burðardygd seg um at taka eina nøgd úr stovninum, sum er so mikið lítil, at stovnurin heldur seg á sama støði hvørt ár. Men tað hevur stóran týdning at leggja upp fyri náttúruviðurkiftum, tí hesi hava ein stóran leiklut.
Í ávísar mátar er tað gott fyri stovnin at tikið verður burtur úr honum. Tá ið stovnurin er helvtin av maksimalu støddini, tað vil siga av tí stødd, sum hann fyri náttúruni sleppur at vera, verður hann meira fruktagóður enn, um hann fær frið.
Men, kemur stovnurin niður í eina minni stødd, umleið ein fjórðing ella fimtapart, av tí størsta hann kann vera, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri langtíðar úrtøkuna.
Petur Steingrund, fiskifrøðingur, metir toskastovnin í Føroyum at vera millum 30.000 og 50.000 tons. Ábendingar eru um, at toskastovnurin kann vera meir enn 200.000 tons. Hevur hann rætt í hesum, er talan um møguligt risastórt virði, sum Føroyar ikki fáa gleði av, sum nú er.
Ilt er at siga, júst hvussu stórur toskastovnurin er í dag, men fiskiskapurin bendir á, at hann er illa fyri. Toskafiskiskapurin í føroyskum sjóøki í fjør var 9500 tons. Skulu veiðitølini vaksa, má stovnurin fyrst fáa loyvi at vaksa.
Men hví er stovnurin so illa fyri? Hvør hevur ábyrgdina av tí? Sambært Petur Steingrund hava náttúruviðurskifti í havinum kring Føroyar verið serlig seinastu tíggju árini, og tí er hetta ein partur av orsøkini. Men vit menniskju eiga eisini ein part, um ikki ein stóran part, av skuldini.
Tað ber ikki til at siga við vissu, hvussu stóra ávirkan fiskiskapurin hevur havt á stovnarnar. Men tað er merkisvert, at øll grannalondini í Norðuratlantshavi hava havt framgongd í hýsu- og toskastovnunum síðan 2003, meðan Føroyar hava havt afturgongd.
Tað, sum øll hini londini hava til felags, er, at tey fylgja lívfrøðiligum tilráðingum frá altjóða havgranskingarstovninum ICES. Í Føroyum hevur løgtingið harafturímóti á hvørjum ári tikið avgerð um veiðutrýst grundað á tvey tilmæli, eitt lívfrøðiligt og eitt vinnuligt.
Eitt annað, sum hini londini hava til felags, er, at fiskiskapurin verður stýrdur eftir eini kvotaskipan, meðan Føroyar hava havt eina fiskidagaskipan síðan 1997.
Okkurt kundi bent á, at um Føroyar skulu hava eina lívfrøðiliga burðardygga fiskivinnu, má politiska skipanin lurta eftir lívfrøðini. Og tað siga politisku flokkarnir nú, at teir ætla at gera.
Tað er púra greitt, at møguleikarnir fyri at fáa nógv meira burturúr, eitt nú, toskastovninum í framtíðini eru stórir, og komandi mánaðirnir kunnu verða avgerandi fyri, um hesir møguleikarnir kunnu røkkast.