Jam session í Tøting um vikuskiftið

07.04.2017 - 17:31
ListTónleikur
Jam session í Tøting um vikuskiftið
Arni Zachariassen úr Tónleikasamtakinum Grót greiðir frá
Arni Zachariassen
Mynd: Arni Zachariassen  

"Fyri nøkrum vikum síðani, var á fyrsta sinni skipað fyri tiltakinum Jam Session í Tøting. Tiltakið var so mikið hugnaligt og væl egnað, at vit hava avgjørt, at gera hetta tiltak til ein fastan tátt í Tøting.
Einstakir tónleikar og bólkar kunna møta upp, har einhvør tónleikari fær høvi at fara á pall at hugna sær við øðrum tónleikarum ella bara at framføra okkurt lag ella verk sjálv/ur. Hvør veit, hvat kann spyrjast burturúr eitt tílíkt kvøld, møguliga verða onkur tónleikalig bond knýtt ella møguliga fært tú onkran serligan íblástur. Kom og spæli tónleik, fá íblástur ella bara lurta og hugna tær!
Grót leggur trummusett, bass og gittarforsterkara og klaver til, so tað er bert at møta upp. Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis.
Arni Zachariassen stendur á odda fyri tiltkainum, og tú ert vælkomin at seta teg í samband við hann, um tú hevur okkurt hugskot ella ynski til kvøldið."
Soleiðis stendur í uppslagnum á facebook. Arni Zachariassen var gestur í vikuskiftissendingini fríggjadagin. Hoyr samrøðuna her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012