- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stríðið stendur millum Macron og Le Pen
Valstríðið í Fraklandi snýr seg serliga um tvey viðurskifti: arbeiðsloysið og franska samleikan.
Arbeiðsloysið í Fraklandi er 10 prosent. Millum tey ungu er arbeiðsloysið 25 prosent, og millum muslimskar tilflytarar er arbeiðsloysið 35 prosent.
"So fólk vita tað, at her er brúk fyri einari nýggjari fíggjarligari kós."
- sigur stjórnmálafrøðingurin Danjal av Rana. Hann hevur búð í Marseille í tvey ár og hevur serligan áhuga fyri fronskum politikki.
Vilja verja franska samleikan
Hitt høvuðsevnið er franski samleikin.
Fraklandi hevur verið illa merkt av yvirgangi seinastu árini. Álopið á satirublaðið Charlie Hedbo, álopið á spælistaðið Bataclan, og álopið í Nice á franska tjóðardegnum eru millum ræðuligu tilburðirnar hetta valskeiðið.
"Tað merkist sera væl, og tað ger sjálvandi tað, at Le Pen, sum er tann mest kritiska til tilflytingina, sleppur at seta dagsskránna í einum stóri parti av kjakinum, sigur Dánjal av Rana"
Vinstraflokkurin í kreppu
Sitandi forsetin Francios Hollande bjóðar seg ikki framaftur, tí undirtøkan fyri honum í veljarakanningunum var so lítil.
Tí stendur Emmanuel Macron til at vinna forsetavalið, og Macron ger sær dælt av tí, at Vinstraflokkurin, ella vinstasíðan í fronskum politikki, er so veik, sigur Dánjal av Rana.
40 ára gamli Emmanuel Macron var javnaðarmaður, men hann hevur nú stovnað miðflokkin Framá. Macron kom at kalla burtur úr ongum.
Tað var hildið við vissu, at valevnið hjá teimum Konservativu, Francios Fillon, fór at vinna valið. Men við eitt fór trúvirðið hjá honum, tí ein avís avdúkaði í januar, at Fillon hevði sett konuna hjá sær í starv sum politiskan ráðgeva fyri ein part av pengunum.
Undirtøkan fyri honum minkar støðugt í veljarakanningunum.
Le Pen
Og so er tað Len Pen og Front Nationale. Hon skal vinna atkvøður frá bæði vinstravonginum og teimum meira moderatu borgarligu fyri at vinna forsetavalið.
"Trupulleikin har hjá henni er, at Macron hevur sett seg nokk so tungt á akkurát teir bólkarnar, vísur Dánjal av Rana á"
Men Le Pen stendur seg væl. Front Nation fær millum annað størstu undirtøkuna millum ungu veljarnar, men ten tað verður ikki roknað við, at hon fer at vinna á Macron.