Krabbaelvandi evni staðfest í bygninginum

03.05.2017 - 12:21
InnlendisHeilsa
Krabbaelvandi evni staðfest í bygninginum
Starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu eru fyribils flutt í onnur høli miðskeiðis í Havn. Gamli BankNordik-bygningurin má umvælast

Tekniska deild hjá Tórshavnar kommunu er fyribils flutt í Müllers Pakkhús, tí asbest er komið undan kavi, nú bygningurin í miðbýnum, sum kommunan keypti frá BankNordik, verður umvældur.

Í løtuni verður onnur hædd umvæld. Tekniska deild heldur til á triðju og fjórðu deild.

Nýggjar trappur skulu gerast millum hæddirnar, og tá farið varð undir at skera burturúr til trappurnar, kom asbest undan kavi.

Tí varð avgerð í gjár tikin um at flyta fólkini á teknisku deild í Müllers Pakkhús í eina tíð, sigur Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444