Vistu at loyvið varð flutt

07.06.2017 - 14:11
InnlendisVinna
Vistu at loyvið varð flutt
Landsstýrismaðurin og aðalstjórin í Fiskimálaráðnum vistu longu í fjør summar, at veiðiloyvið hjá línuskipi varð flutt uppsjóvarskipi

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, vistu longu í fjør summar, at veiðiloyvið hjá línuskipi varð flutt uppsjóvarskipi.

Teir gjørdu einki við tað tá. Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn.

Í einum yvirliti, sum Vørn fekk frá Fiskimálaráðnum fyri tveimum mánaðum síðani, stendur, at veiðiloyvi eru flutt frá línuskipum í bólki 3 til uppsjóvarskip, millum annað í 2016.

Í apríl fekk Vørn arbeiðið at umsita og avgreiða veiðiloyvi uttan fyri fiskidagaskipanina. Umsitingin og avgreiðslan vóru hjá Fiskimálaráðnum til tær vórðu fluttar til Vørn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493