- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Nakað av íblástri og eitt hugskot so fóru nakrar kvinnur, undir leiðslu av Súsan í Jákupsstovu og Hannu á Reynatúgvu, at binda uppá ein stóran klett, við gívrini í Gívrinarholi sum myndaevni og síðan hevur binding í Sandoynni ikki verið tað sama.
Fimm dagar við sniðgeving, bindihættum, troyggjusøgu, skóleistum, nýggjum íblástri og gomlum kynstrum. Ràðstevnan varar eina lítla viku, og fer at hava góðar 100 útlendskar luttakarar.
Men pláss er eisini fyri føroyskum bindiáhugaðum. Fyrireikararnir siga, at tað hevði verið sera hugaligt um fleiri føroyskar konur vilja luttakað.
Undirvísarar eru úr Noregi, Svøríki, Danmark - umframt okkara sera dugnaligu føroysku bindiserkønu, sniðgevar og listafólk. M.a. luttaka Katrina í Geil, Súsan í Jákupsstovu, Ann Sloth Højgaard, Randi Samsonsen og Ása Hátún.
Katrin Petersen, samskipari, greiðir frá