Vaktarhald við Varðan Pelagic

11.06.2017 - 10:20
Innlendis112
Vaktarhald við Varðan Pelagic
Vaktir ganga rundan um Varðan Pelagic fyri at tryggja, at ongin fer inn økið áðrenn kanningar eru gjørdar, og tí okkurt kann rapa

Eldurin í Varðanum Pelagic er slóknaður, og tað sum eftir er av bygninginum er næstan kólnað. Enn ganga vaktir tó við bygningin, tí vandi er fyri at okkurt kann rapa. Vaktirnir skulu eisini tryggja, at ongin fer inn á økið, áðrenn kanningararbeiði er gjørt.

Ein fráboðan var í nátt til løgregluna um ammoniaklukt frá virkinum, men ongin vandi var av hesum, sigur Jaspur Vang, sýslumaður á Tvøroyri.

Hann veit enn ikki greitt, nær kanningarlið kemur til Føroyar, at kanna eldsbrunan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087