Henrik Old verjir avgerðina hjá strandferðsluni

22.07.2017 - 10:41
Innlendis
Henrik Old verjir avgerðina hjá strandferðsluni
Strandferðslan hevur valt at spara ein túr á Nólsoyarleiðini, og hesa avgerð verjir Henrik Old, landsstýrismaður

Henrik Old heldur tað vera púra burtur við, at Strandfaraskip Landsins skal rinda 30.000 krónur meira í havnagjaldi frá Tórshavnar havn. Strandferðslan má av somu orsøk spara ein túr á Nólsoyarleiðini. 

Sambært Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, er hetta ikki nakað nýtt - tí hetta er ein 13 ára gomul avtala millum Strandfaraskip Landsins og Tórshavnar Kommunu. 

Strandferðslan kunngjørdi í gjár, at neyðugt verður at taka ein túr úr ferðaætlanini á Nólsoyarleiðini, tí havnargjøldini hækka. Talan verður um túrin mikumorgnar kl.09:30. Broytingin kemur í viku 34, sum byrjar 21.august.

Annika Olsen, Borgarstjóri, heldur, at hendan hóttanin, sum hon sjálv kallar tað, vera burtur við. Hon hevur mælt til, at strandferðslan og landsstýriið eiga heldur at leggja upp fyri broytingum í prístalinum í fíggjarætlanini.

Men landsstýrismaðurin í Samferðslumálum tvíheldur um avgerðina. Ongar broytingar í prístalinum skulu gerast.

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444