- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu byrja at byggja um ein mánað
03.08.2017 - 09:49
Innlendis
Kunnu byrja at byggja um ein mánað
Um ein mánað ella so er tað, sum stendur eftir av niðurbrenda bygninginum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, burtur.

Eitt samt býráð á Tvøroyri samtykti fyrrapartin at gera Varðanum Pelagic loyvi at byggja eitt nýtt uppsjóvarvirki á sama stað, har gamla virkið brann 9. juni.
Ikki er greitt enn, hvussu stór móttøku- og framleiðsluorkan verður á nýggja virkinum.
Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, segði við útvarpið á middegi, at felagið hevur biðið um tilboð uppá fleiri virkisstøddir.
Tað veldst eitt nú um, hvussu fiskivinnan verður skipað í framtíðini, sigur stjórin á Varðanum Pelagic.


Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















