Løgtingið: Sama tal av fiskidøgum næsta ár

18.08.2017 - 14:31
Innlendis›Politikkur
Løgtingið: Sama tal av fiskidøgum næsta ár
Løgtingið hevur avgreitt fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1. september

Millum aðru og triðju viðgerð legði ein samd Vinnunevnd fram eitt broytingaruppskot, sum varð einmælt samtykt. Broytingaruppskotið hevði við sær, at talið av fiskidøgum er tað sama, og at tað fer at bera til at flyta fiskidagar yvirum ár.

Rógvi Olavsson var staddur í løgtinginum. 

Hann greiddi frá, at tað var ein sera góður stemningur í løgtinginum, har tingfólk høvdu úr at gera við at takka hvørjum øðrum fyri tað góða samstarvið.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum segði annars tá hann kom til, at tilmæli frá Havstovuni skulu fylgjast. Tað verða tey ikki við hesu semju, tí Havstovan hevur mælt til at skerja fiskidagatalið munandi.

Hoyr Rógva Olavson greiða frá og tosa við Bjarna Hammer formann í Vinnunevndini og Jørgen Niclasen næstformann.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391