Óttast at fosturtøkulógin verður herd

19.08.2017 - 12:52
InnlendisPolitikkur
Óttast at fosturtøkulógin verður herd
Eitt uppskot um at liberalisera fosturtøkulógin kann enda við einar herðing. Tí aftrar Annita á Fríðriksmørk seg við at leggja málið fyri løgtingið
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Allar politisku ætlanir, um at gera tað lættari hjá kvinnum at fáa fosturtøku í Føroyum, eru higartil køvdar av óttanum fyri, at møguleikarnir hjá kvinnum at fáa fosturtøku verða meira avmarkaðir.

Tað heldur Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

Hon hevur í nógv ár verið fortalari fyri at dagføra og liberalisera fosturtøkulóggávuna, sum er frá 1956. Men hóast ein nýggj kanning vísir, at meiriluti er millum føroyingar fyri at dagføra fosturtøkulóggávuna, og 30 prosent taka undir við fríari fosturtøku, so hevur Annita á Fríðriksmørk enn ikki lagt nakað uppskot fyri løgtingið um at broyta lóggávuna.

Orsøkin er heilt einfalt, at tjóðveldistingkvinna óttast, at eitt møguligt uppskot um at gera tað lættari hjá kvinnum at fáa fosturtøku í Føroyum kann enda við, at lógin verður herd, og tað harvið verður trupulari hjá kvinnum at fáa fosturtøku.

Gamla meginreglan um, at "mann veit, hvat mann hevur, men mann veit ikki, hvat mann fær," vigar tungt hjá Annitu á Fríðriksmørk.

Eins tungt vigar tað, at tað higartil ikki hevur verið nakað úttalað ynski millum fólk at liberalisera fostustøkulóggávuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401