Tarira vann trý gullheiðursmerkir

17.09.2017 - 18:56
ListTónleikur
Tarira vann trý gullheiðursmerkir
Tarira vann heiðursmerkini í altjóða kórkapping í Lloret de Mar í Katalonia. Tað er eitt stórt herðaklapp, sigur kórleiðarin

Tað hevur verið ein stór uppliving, og heiðurslønirnar eru staðfestingar av, at arbeiðið, sum vit gera, er gott. Tað eggjar okkum at arbeiða víðari, sigur Jóhannes Andreasen, kórleiðari hjá Tarira.

Tarira vann í gjár trý gullheiðursmerkir í altjóða kórkapping í Loret De Mar, nærindis Barcelona. Tarira luttók í fimm kappingum, og vann í kateogriunum; hákirkjuligan sang, katalanskan fólkasang og í kapping, har kórini sungu eitt ávíst katalanskt kórverk.

Úrslitið av kappingini var almannakunngjørt í gjár, og eftir sigurin er kórið er millum annað boðið við til nakrar festivalar.

Talan er um eina altjóða kapping, og fjúrtan kór úr fleiri evropeiskum londum luttóku í kappingini. Talan var bæði um barnakór, ungdómskór, kvinnukór, mannfólkakór og blandað kór. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860