Politisk óvissa ávirkar vinnuna

18.09.2017 - 16:48
InnlendisVinna
Politisk óvissa ávirkar vinnuna
Ein nýggj kanning um kappingarføri í Føroyum vísir, at óvissa um politisku skipanina er størsta forðingin fyri føroyskum vinnulívi

Vinnuhúsið hevur gjørt kanningina, sum vísir, at aðrar forðingar eru m.a. tung almenn umsiting, óvissa um landsstýrið, atgond til fígging og ov lág orka til nýskapan.


Maria Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur, at politiski tíðarkarmurin í Føroyum er ov stuttur, og tørvur er á einari langtíðar vinnupolitiskari ætlan. Hon sigur, at Føroyar er eitt lítið land, og nógv av galdandi lóggávu, er lóggáva, sum er smíðað til størri marknaðir, enn tann føroyska marknaðin, og tað er ov tungt at samskifta um ymisk viðurskifti. Tí brúka føroyskar fyritøkur ov nógva orku uppá umsiting og tað, sum hendir á politiska pallinum, og fáa ikki savnað seg um tað, sum tær duga best; at framleiða vørur og tænastur.


Vinnuhúsið sendi 92 føroyskum fyritøkum, sum hava fleiri enn tvey starvsfólk, eitt spurnarblað. 64 prosent svaraðu. Harumframt byggir kanningin á hagtøl frá Hagstovuni og Taks.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860