Vinarbólkar rigga ikki í øllum flokkum

19.09.2017 - 12:52
LívsstílurBørn
Vinarbólkar rigga ikki í øllum flokkum
- Er talan um ein dysfunktionellan flokk, eru vinarbólkar ikki loysnin, sigur sálarfrøðingur

Í hesum døgum verður kjakast í Danmark um sokallaðar vinarbólkar ella spælibólkar, sum teir eisini verða nevndir.

Í vinarbólkum verða skúlanæmingar settir saman í bólkar av læraranum á 4 til 6 persónar, og síðani hittast tey av og á heima hjá hvørjum øðrum.Vanliga plaga foreldrini at børnunum í bólkinum at hittast, tá spælidagurin er liðugur.

Serfrøðingar í Danmark finnast í hesum døgum at vinarbólkum, tí teir meina, at tað er at noyða børn at vera saman.

Men hvussu riggar tað at seta ymisk børn at spæla saman?

Rigmor N. Arge er sálarfrøðingur og hevur børn og ung sum eitt av sínum serøkjum. Sum heild eru vinarbólkar eitt gott hugskot, heldur hon.

- Men skulu vinarbólkar rigga, so er týdningarmikið, at byrjað verður við teimum longu í fyrsta flokki, tí tá eru børnini púra fordómsleys og kenna ikki hvønn annan, soleiðis sum tey gera í til dømis fjóðra flokki, sigur Rigmor N. Arge.

- Eisini er umráðandi, at foreldrini taka undir við vinarbólkunum og vísa børnunum, at hetta dámar teimum eisini, sigur Rigmor N. Arge.

Tað er tó ikki altíð, at vinarbólkar rigga væl.

- Er talan um ein dysfunktionellan flokk, so eru vinarbólkar ikki loysnin, sigur Rigmor N. Arge.

Í morgunsendingini greiddi hon frá vinarbólkum, fyrimunum og vansum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860