Heim og Skúli vil hava landsroyndirnar fastlagdar

20.09.2017 - 15:01
Innlendis
Heim og Skúli vil hava landsroyndirnar fastlagdar
Tað er ikki nøktandi, at ongar fastar landsroyndir vera, heldur foreldrafelagið Heim og Skúli.

Landsstýriskvinnan ætlar at broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at tað verður landsstýrisfólkið, sum ger av, um landsroyndir skulu haldast ella ikki. Men tað er ikki eitt gott hugskot, sigur Jóngerð Nielsen, forkvinna í Heimi og Skúla. Sum eitt land við einum góðum fólkaskúla, er tað eitt krav at hava nakrar landsroyndir fastlagdar, sigur hon.


Tá undanroyndirnar til landsroyndir skuldu vera í februar, vóru trupulleikar við tøknini, so tær miseydnaðust, hóast børnini vóru møtt til roynd. Síðani skuldu landsroyndirnar vera í vár, men vórðu avlýstar. Heim og Skúli heldur landsroyndirnar vera góðar, men ikki við tí leistinum, sum hevur verið.


Tey hildu tað tí vera skilagott, at landsroyndirnar í ár vórðu avlýstar. Men at fara frá at avlýsa royndirnar, tí tøknin ikki riggar, til at strika kravið um at hava landsroyndir, heldur Jóngerð Nielsen ikki vera eina góða loysn. Sambært henni er tað gott við landsroyndum, tí foreldur og lærarar fáa eina fatan av, hvussu støðið er hjá næmingum kring landið, og kunnu samanbera og hækka støðið í ymiskum skúlum. Tað er kanska ein avbjóðing at fáa eina skipan, sum riggar, men so má ein loysn finnast, sigur Jóngerð Nielsen.

 

Dagført: Í upprunaligu greinini stóð, at landsroyndirnar í februar miseydnaðust, men tað vóru undanroyndir til landsroyndirnar, sum miseydnaðust í februar. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216