- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Lógaruppskotið um sjófeingi hevur nú verið til 1. viðgerð í løgtinginum.
Sambært landsstýrismanninum í fiskivinnumálum byggir lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi á trý høvuðsmál og høvuðspartar:
-Stovnsrøkt og burðardygg veiða.
-Atgongd at fiska og at bjóða seg framat.
-Treytir fyri virksemi, virðisøking og inntøkum í Føroyum.
Í Radaranum hesaferð nærlesa vit lógaruppskotið og hyggja nærri eftir hesum høvuðsmálum. Eisini fylgja vit sjey tímar drúgvu viðgerðini í løgtinginum. Og sum tað triðja gera vit eina roynd at koma nærri einum svari uppá orsøkirnar til og avleiðingarnar av tí lógaruppskoti um sjófeingi, sum nú liggur í løgtinginum. Tað verður gjørt í beinleiðis kjaki millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Hanus Hansen, reiðara.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




