Nón

Nón - Tóroddur Poulsen 60 ár
18-10-2017
Við samrøðum við starvsfelagar og onnur, eins og við rithøvundan sjálvan, tekna vit eina vangamynd av Tóroddi Poulsen

Vit skifta orð við Kinnu Poulsen, sum leygardagin lat úr hondum bókina Úr myrkrinum, ið er bók um Tórodd Poulsen. Bókin varð løgd fram í Steinprenti, samstundis sum framsýningin Tóroddur & Co lat upp. Og á framsýningini hitta vit Rigmor Dam, Jógvan Arge, Arnbjørn Dalsgard, Vónbjørt Vang, Jóanis Nielsen, Solveig Hanusardóttir, og Knút Háberg Eysturstein.
Peter Laugesen er danskur yrkjari, tónleikari, listarmaður og dramatikari. Og í seinra tímanum fer Laugesen at tosa um Tórodd.
Síðani Tóroddur Poulsen í 1984 lat úr hondum fyrsta yrkingasavnið, eru nógvar útgávur komnar henni á baki. Og saman við Bergi Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingi, útleggja vit tekstin.
Og henda hátíðarsending við og um Tórodd Poulsen, verður lokað við einari samrøðu við listarmannin sjálvan.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022