Góðan morgun Føroyar

Nephew á Voxbotn 2018
03-11-2017
Danski bólkurin Nephew er fyrsta kunngjørda tónleikanavnið til Voxbotn 2018

Leygarkvøldið 30. juni verður Voxbotn 2018, ið eisini verður kallað "Ársins konsertdagur", har útlendsk og føroysk nøvn fylla Vágsbotn við kendum tónum.  

Rúni Djurhuus er fyriskipari, og í morgun kunngjørdi hann fyrsta bólkin, ið verður at hoyra hetta kvøldið: Nephew.

Einki hevur verið at hoyrt frá bólkinum tey seinastu fýra árini. Fyri stuttum bórust tíðindi í donsku miðlunum um, at Nephew hevði kunngjørt nýggja konsertferð, men einki varð sagt um, at Nephew fór at upptraðka her heima.

Bólkurin kunngjørdi tríggjar konsertir í Danmark, og tvær teirra eru longu útseldar. Ein fjórða konsert verður tó eisini, og hon verður á Voxbotn tann 30. juni. 

Forsangarin í Nephew, Simon Kvamm, er ættaður úr Gøtu, og hevur Nephew eisini spælt nakrar ferðir á G! festivalinum. 

Tey seinastu árini hevur Voxbotn bjóðað gestum tónleikanøvn úr øllum heiminum. Millum annað hava L.O.C, Thomas Helmig og Marius fyrr verið at hoyrt á Voxbotn. 

Hoyr Rúna Djurhuus kunngera og greiða nærri frá, hvussu tað ber til, at Nephew kemur hendan vegin næsta summar. 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024