Hvørsmansrætturin býður tingformanninum ímóti

17.11.2017 - 16:17
Innlendis
Hvørsmansrætturin býður tingformanninum ímóti
Páll á Reynatúgvu tekur ikki undir við stjórnarskipanaruppskotinum í verandi líki. Tað kom undan kavi til aðalorðaskiftið í Løgtinginum í dag.

Poul Michelsen hevur fingið eitt tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum var settur at orða eina virkisætlan fyri ferðavinnuna, sum skal vera grundarlag undir einari tilgongd at menna ferðavinnuna í Føroyum. Páll á Reynatúgvu helt ognarrættin viga tyngri enn hvørsmansrættin á røðarapallinum í dag. Hann gjørdi púra greitt, at ognarrætturin skal virðast.

Einasti trupulleikin við hesum er, at í stjórnarskipanaruppskotinum verður hvørsmansrætturin raðfestur. Samgonguflokkarnir, sum Páll á Reynatúgvu sjálvur er partur av, hava gjørt semju um stjórnarskipanina. Har stendur: Íbúgvar landsins eiga rætt til at ferðast um sjógv og haga, tá ið tað ikki er fólki, fæi ella náttúru til ampa. Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, var skjótur at spyrja Páll á Reynatúgvu, um hann so ikki tekur undir við stjórnarskipanini.

Páll á Reynatúgvu sigur seg ikki vilja hava hvørtmansrættin úr stjórnarskipanini, men hann tekur ikki undir við einum treytaleysum hvørtmansrætti. Hann sigur, at semja má finnast um, hvør kann brúka hvørsmansrættin og undir hvørjum treytum. Hann heldur, at ein má skilja í millum virksemi, sum er vinnuligt og virksemi, sum ikki er vinnuligt, og at hvørsmansrætturin má fyrst og fremst vera fyri føroyingar, og ikki neyðturviliga fyri onnur, sum koma at vitja Føroyar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Týsdag 28. mai
Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
175720
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Nýggjastu sendingar í SV