- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein góð byrjan fyri filmsframleiðslu í Føroyum
16.12.2017 - 17:14
Innlendis
Ein góð byrjan fyri filmsframleiðslu í Føroyum
Pengarnir, sum eru settir av til afturbering í samband við filmsframleiðslu, eru ein góð byrjan, heldur formaðurin í stýrinum fyri Filmshúsið
Uppskotið um afturbering í samband við filmsframsleiðslu í Føroyum bleiv í gjár einamælt samtykt í Løgtinginum. Formaðurin í stýrinum fyri Filmshúsið, Jan Berg Jørgensen, sigur, at hetta er ein góð byrjan fyri at fáa fleiri útlendskar filmar tiknar upp í Føroyum.
Á fíggjarlógini næsta ár eru 200.000 krónur settar av til afturberingarskipanina. Upphæddin er lítil, tí byrjað verður varisliga, og óvist er, hvørjar filmsverkætlanirnar vera, segði Poul Michelsen í viðmerkingunum til uppskotið.
Møguleiki verður at fáa 25 prosent av góðkendu útreiðslunum endurgoldnar. Eisini verður kravt, at útlendingar skulu fíggja í minsta lagi 25 prosent av framleiðsluni í Føroyum, so skipanin gevur fíggjarliga javnvág.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV