Góðan morgun Føroyar

Hugsið um børnini
19-12-2017
- Børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt, uppliva ofta jólini sum eina kensluborna tíð, sigur Kala Rajani Hansen

- Foreldur skulu taka børnini við upp á ráð, men tey skulu ikki taka nakrar endaligar avgerðir. Tað er ov stór ábyrgd at leggja á teirra herðar.

Soleiðis sigur Kala Rajani Hansen, heilsufrøðingur, um skilnaðarbørn og jólini.

Hóast jólini eru ein góð og hugnalig tíð, so kanna jólafrítíðin eisini elva til stúran, sakn og beiskleika. Eitt nú í familjum, har foreldrini eru skild. Tí hvar skulu børnini vera jólaaftan, skulu tey sjálvi velja, hvørjum av foreldrinum tey halda jól saman við, og hvussu nógv skulu skilnaðarbørn takast við upp á ráð, tá mamman og pápin avgera, hvussu henda jólafrítíðin skal síggja út.

- Tað er nógv børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt, ið stúra allan desember, tí tey vita ikki, hvussu høgtíðin fer at vera. Tí er umráðandi, at foreldrini tosa við børnini um høgtíðina, ið er fyri framman, og lurta eftir, hvat barnið hevur at siga, greiðir Kala Rajani Hansen frá.

Í morgunsendingini kom Kala Rajani Hansen millum annað við góðum ráðum til foreldur, ið ikki liva saman, og skulu finna útav, hvar børnini skulu vera um høgtíðina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024