Sjúklingur leyp á kommunulækna

04.01.2018 - 18:12
Innlendis
Sjúklingur leyp á kommunulækna
Magnus Magnussen, kommunulækni, heldur, at tað er ov vandamikið at vera til arbeiðis einsamallir í bygninginum

- Kommunulæknar mugu ongantíð vera einsamallir í bygninginum, tá teir eru til arbeiðis. Tað er ov vandamikið.
Tað sigur Magnus Magnussen, kommunulækni. Herfyri leyp ein sjúklingur á hann í læknaviðtaluni. Ein hending, sum hevur skelkað roynda kommunulæknan.
Løgreglan kannar í løtuni málið, har báðir partar verða avhoyrdir. Harafturat fer Heilsutrygd saman við Kommunulæknafelagnum at kanna eftir, hvussu mannagongdirnar kunnu broytast, soleiðis at tað gerst tryggari hjá Kommunulæknum at vera til arbeiðis.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444