Góðan morgun Føroyar

Prestar tagdu í tríggjar dagar
16-01-2018
- Tú merkir ein frið og fært veruliga hugsa, tá tú ikki tosar í nakrar dagar, siga Heri Joensen og Sverri Steinhólm

Alla síðstu viku var ein stórur partur av prestunum í Føroyum á Viðareiði á sokallaðum kvirrudøgum.


Onnur helvtin var mánadag til mikudag, og hin helvtin mikudag til fríggjadag.


Tveir, sum vóru við á túrinum á Viðareiði, eru Heri Joensen og Sverri Steinhólm.


- Eg fekk skriva eina rúgvu. Prædikur, morgunlestrar, røður og ymiskt annað. Eg fekk veruliga nógv burturúr, heldur Heri Joensen fyri.


Sverri Steinhólm hinvegin gjørdi ikki so nógv við at skriva.


- Nú er hetta aðru ferð, at eg eri við á hesum túrinum. Í fjør skrivaði og las er rættiliga nógv, men hesaferð valdi eg at gera eitt sindur minni. Og fari eg aftur næsta ár, ætli eg mær als einki at gera og bara vera í tøgn, sigur Sverri Steinhólm.


Í morgunsendingini fortaldu teir báðir prestarnir frá túrinum á Viðareiði.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024