Tryggingarmøguleikar skulu bøtast

04.02.2018 - 17:47
Innlendis
Tryggingarmøguleikar skulu bøtast
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum er samdur við tryggingarmeklara um, at tryggingarmøguleikarnir hjá føroyskum vinnufyritøkum skulu bøtast

Manglandi kapping um vinnutryggingar kostar føroyskum vinnulívi millum 30 og 50 milliónir krónur árliga. Tað sigur Kim Hansen, stjóri í felagnum Tryggingarmeklarin.


Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, er ikki ósamdur og fer tí at kanna, hvat gerast kann fyri at bøta um tryggingarmøguleikararnar føroyskum fyritøkum.

Kim Hansen sigur, at føroyskar fyritøkur rinda tíggjutals milliónir krónur árliga í okursprísi. Eitt sjónarmið, sum hann eisini hevur ført fram á fundi við Poul Michelsen í oktober í fjør.

Poul Michelsen hevur tosað við tryggingareftirlitið um, hvat skal til fyri at liberalisera marknaðin.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Góðan morgun Føroyar
174497
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418