Áseyðatalið ov stórt

13.02.2018 - 14:21
InnlendisSamfelag
Áseyðatalið ov stórt
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum, sum vil minka um áseyðatal. Hann veit tó ikki, hvussu tað skal gerast.

GG: Í innslagnum kann lurtarin møguliga fáa ta fatan, at tað er Búnaðargrunnurin, sum heldur áseyðatalið vera ov stórt. Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, vísir á, at hetta er hansara persónliga meining.

Føroyar eru kendar fyri at hava fleiri seyðir enn fólk.

Í dag er áseyðatalið umleið 70.000 - tað heldur Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, vera alt  ov nógv. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum er samdur.

Gunnar Bjarnason væntar, at í minsta lagi fimm túsund lomb og vaksnir seyðir doyggja í haganum hvørt ár, og at høga áseyðatalið er orsøkin.

Bóndin Rói M. Absolonsen á Viðareiði heldur at talið ljóðar høgt, meðan Pætur Bærentsen, bóndi í Kaldbaksbotni, heldur talið er ov lágt sett.

Í Vinnumálaráðnum viðurkennir Joanna Djurhuus, sum hevur sitið við nýggjari djóraverndarlóggávu, at tað er torført at skipa seyðahaldið, tá ið vitanin er so avmarkað.

Og nú heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum, eisini, at neyvari tøl mugu útvegast.

Landbúnaðarstevna var í Klaksvík leygardagin, har landsstýrismaðurin legði fram 10 ítøkilig mál fyri landbúnaðin. Eitt av teimum er at minka um áseyðatal og harvið deyðstíttleikan hjá føroyska seyðinum.

Hoyr innslagið og samrøður omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303