Løgmaður: Skilabest at Bjarni fer í farloyvi

27.02.2018 - 12:07
InnlendisPolitikkur
Løgmaður: Skilabest at Bjarni fer í farloyvi
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur mælt Bjarna Hammer, tingmanni til at fara í farloyvi, meðan løgreglan kannar málið

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur mælt Bjarna Hammer, tingmanni til at fara í farloyvi, meðan løgreglan kannar málið um hassj, sum Sosialurin boðaði politinum frá fyri nøkrum vikum síðani.

- Vit hava viðgjørt tað í flokkinum, og eg tosaði við Bjarna Hammer í gjárkvøldið. Vit halda, sum støðan er beint nú - bæði fyri Bjarna Hammer sjálvan og hansara familju, og fyri Javnaðarflokkin og politiska skipanina - at tað er skilabest, meðan løgreglan kannar málið, at hann fer í farloyvi, sigur løgmaður.

Søgurnar um tingmannin eru sera ørkymlandi. Tað endurtók Aksel V. Johannesen, tá vit fyri løtu síðani tosaðu við hann í Tinganesi.

- Hann er ikki í løgtinginum í dag, og hann umhugsar sína støðu, og so taka vit harfrá, sigur hann, og leggur afturat, at hann heldur tað er skilabest fyri allar partar, um Bjarni Hammer fer í farloyvi, meðan løgreglan kannar málið.

- Tí er tað ein máti at fáa eitt sindur ró yvir tingini, at hann trekkir seg, meðan málið verður kannað. So mugu vit bíða eftir, hvørja niðurstøðu løgreglan ella Statsadvokaturin kemur til í hesum málinum, sigur hann og leggur afturat, at enn er eingin skuldseting sett fram av løgregluni.

- Vit skulu minnast til, at vit liva í einum rættarsamfelag, har vit hava rættartrygd, og í hesum máli er eingin dómur avsagdur. Tað er heldur ikki reist ákæra og eingin skuldseting, og tí er tað ikki rætt - hvørki av mær ella nøkrum øðrum - at úttala seg í málinum, fyri enn løgreglan er liðug at gera sítt arbeiði.

Møtti ikki í á tingfund

Bjarni Hammer møtti ikki á tingfundinum, sum byrjaði klokkan 11 fyrrapartin.

Løgtingsskrivstovan vil ikki upplýsa, um løgtingsmaðurin hevur biðið um farloyvi.

Ein umbøn um farloyvi er almenn, tá tingformaðurin lesur hana upp. Og Páll á Reynatúgvu hevur ikki lisið upp nakra slíka umbøn.

Útvarpið hevur aftur fyrrapartin roynt at fáa eina viðmerking frá Bjarna Hammer, men uttan úrslit.

Hoyr samrøðuna við Aksel V. Johannesen, løgmann, í brotinum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429