Ferðavinnan má skipast betur

08.03.2018 - 12:11
InnlendisSamfelag
Ferðavinnan má skipast betur
Borgarafundur um ferðavinnupolitikk var við Gjógv í gjár, og boðskapurin frá gjáarfólki var greiður: Ferðavinnan má skipast betur

Tað vórðu nógv fólk komin saman í bygdahúsinum við Gjógv í gjár. Tey vóru komin at hoyra og viðmerkja nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Sunda kommuna, ið kommunan hevur lagt til hoyringar í bygdunum í kommununi.

Hetta var sætti og seinastu borgarafundur, ið kommunan heldur um ferðavinnupolitikkin í økinum, og Heðin Zachariassen, borgarstjóri, sigur, at tey hava valt henda leistin, so kommunan kann skipa ferðavinnuna út frá ynskjunum hjá lokala fólkinum.

30.000 ferðafólk til Gjáar

Tað verður mett, at tað árliga koma um 30.000 ferðafólk til Gjáar. Tað sæst væl aftur í bygdalagnum og ávirkar dagligdagin - serliga um summarið.

Fólk vóru eisini dúgliga uppi og løgdu síni ynskir fram og tey spentu víða. Frá kampingvognum, ið ikki vita, hvar teir skulu standa, til upptak í kirkjuni eftir at ferðafólk hava vitjað, til betri upplýsing so ferðafólk vita, hvar tey skulu ganga.

Skipa ferðavinnuna

Ein, ið tók orðið, var Anna Johannesen, og hon ynskti at ferðavinnan í økinum skal skipast. 

Eina annar, ið tók orðið, var Sofus Johannesen, og hann vildi at man gjørdi gøtur til ferðafólkini.

Heðin Zachariassen sigur, at kommunan fyrst og fremst leggur seg eftir at betra um viðurskiftini í Tjørnuvík, í Saksun og við Gjógv, tí tað er har, ið flestu ferðafólkini koma.

Kommunan blandar seg ikki uppí, hvar ferðafólkið leggur pengarnar

Heðin Zachariassen sigur, at tað eru komin sera nógv ferðafólk til hesar bygdir seinastu árini, og at tað nú krevst, at okkurt verður gjørt fyri at skipa tað betur, tí annars kann tað ávirka bygdafólkið og lokalu økini ov nógv skeiva vegin.

Kommunan fer tó ikki at blanda seg uppí hvussu ferðafólkið skal leggja pening eftir seg í teim ymsu bygdunum, tí tað er ikki teirra uppgáva, sigur Heðin Zachariassen.

Hoyr innslagið og samrøðurnar í brotinum omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444