Sosialurin vil einki avdúka

14.03.2018 - 10:05
InnlendisPolitikkur
Sosialurin vil einki avdúka
Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum vil ikki siga, hvussu tey fingu fatur í samrøðunum, har Bjarni Hammer skal hava sagt seg kunna skaffa hassj

Eirikur Lindenskov, ábyrgardarblaðstjórin á Sosialinum, vil einki sig um mannagongdirnar, hvussu tey fingu fatur í telefonsamrøðunum, har løgtingsmaðurin Bjarni Hammer skal hava sagt seg "nokk kunna skaffað hassj".

Sosialurin meldaði Bjarna Hammer til løgregluna, tí hann hevur sagt í einari telefonsamrøðu tann 15. desember, at hann hevur tætt tilknýti til ein mann, sum innflytir hassj.

Men Eirikur Lindenskov vil ikki siga, hvønn leiklut Miðlahúsið hevði, tá telefonsamrøðurnar vóru gjørdar - ella í hvørjum sambandi, at Bjarni Hammer skal hava sagt, at hann kann nokk skaffa hassj.

- Eg fari ikki út at greiða frá okkara arbeiðsmetodum í hesum málinum her, vit hava gjørt okkara kanningararbeiði ógvuliga væl, sigur hann og leggur afturat, at Sosialurin hevur prógv fyri, at Bjarni Hammer hevur sagt seg kunna skaffa hassj.

Spurdur um fólk frá Miðlahúsinum vóru til staðar, tá samrøðurnar vórðu gjørdar, svarar Eirikur Lindenskov, at hann ikki vil greiða frá, hvussu kanningararbeiði er farið fram.

Hoyr brot úr samrøðuni við Eirikur Lindenskov omanfyri.

Ein longri samrøða verður í Radaranum, sum verður sendur klokkan 17.05 í dag. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001