- Tíðindi, mentan og ítróttur
Henrik gloppar dyrnar fyri partafelagsloysn

Uppgávan at útbyggja lands-vegakervið má liggja hjá Landsverki, og ikki hjá almennum partafeløgum. Tað er greiði boðskapurin hjá Landsverki í sínum hoyringarsvari til lógaruppskotið, sum heimilar partafelagnum Norðoyatunnilin at standa fyri og fíggja nýggjar tunlar norður um fjall.
Men landsstýrismaðurin í samferðslumálum er ikki eins avgjørdur. Tvørturímóti gloppar Henrik Old dyrnar fyri, at stóra tunnilsverkætlanin Norður um Fjall kann framskundast eftir tí leisti, sum níggju løgtingslimir úr trimum andstøðuflokkum mæla til.
6.mars legði landsstýrismaðurin í samferðslumálum lógaruppskot fyri løgtingið um at gera ein nýggjan Hvalbiartunnil fyri 272 milliónir krónur. Ikki fyrr enn hann er liðugur, seint í 2021 ella tíðliga í 2022, er fíggjarligt rásarúm á fíggjarlógini til at fara undir tunlarnar norður um fjall, sum eru mettir at kosta 360 milliónir krónur. Men bíðitíðin fær fólk í Norðoyggjum at ótolnast:
Fyri Hendrik Old hevur tað týdning, at partafelagið Norðoyatunnilin ikki fer inn og broytir upprunaligu ætlanina. Heldur P/F Norðoyatunnilin seg til upprunaligu ætlanina, so hevur landsstýrismaðurin ongar trupulleikar av, at almenna tunnilsfelagið loftar og harvið framskundar tunnilsætlanina Norður um Fjall.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Henrik Old.
Les eisini: Uppgávan má liggja hjá Landsverki












