- Valdu dygdarbestu skipasmiðjuna

06.04.2018 - 08:33
InnlendisPolitikkur
- Valdu dygdarbestu skipasmiðjuna
Tað segði Høgni Hoydal í samband við, at skrokkurin á føroyska havrannsóknarskipinum verður bygdur í Litava

Jenis av Rana, løgtingsmaður, setti ófráboðaðan fyrispurning um skrokkin, sum verður gjørdur í Litava.

Fólk úr Norðurkorea hava verið við til at gera skrokkar í Póllandi bæði til Danmarkar og Norra. Tey arbeiða undir trælalíkum korum, segði Jenis av Rana.

Landsstýrismaðurin var tó ikki vísari í síni søk enn, at hann lovaði at kanna málið, sum tú kanst hoyra í ljóðbrotinum omanfyri.

Sambært ST arbeiða okkurt um 100.000 fólk úr Norðurkorea í Evropa.

Hetta gevur Norðurkorea 14 milliardir krónur um árið, tí størri parturin av lønini, fólk haðani fáa í Evropa, fer til stýrið í Norðurkorea. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653
Mánadag 27. mai
Morgunlestur mánadagur 27. mai 2024
175632