Menningarkvotur til hoyringar

11.04.2018 - 15:59
InnlendisPolitikkur
Menningarkvotur til hoyringar
Uppskotið um menningarkvotur er nú sent til hoyringar av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal.

Góð 58000 tons av uppsjóvarfiski skulu lutast út í menningarkvotum í 2018.

Tað stendur í uppskotinum til kunngerð um menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum Høgni Hoydal hevur nú sent til hoyringar.

Talan er um góð 42000 tons av svartkjafti, 8800 tons av makreli og 7200 tons av norðhavssild.

8.5% av samlaðu nøgdini av hvørjum fiskaslagi skulu lutast út sum menningarkvota.

Tað var politiskt órógv um hvussu stórar menningarkvoturnar skuldu verða, bæði í andstøðuni og í samgonguni. Millum annað var Hanna Jensen úr Framsókn óvuliga ivasom áðrenn álitið um nýggju lógina um sjófeingi var skrivað í fjør, men tók til endans undir við tí.
Sambært upskotinum, er endamálið við menningarkvotum at fremja vinnuligar menningarætlanir kring landið og fyri fáa lut í eini menningarkvotu, skal eitt øki lúka minst eina av trimum treytum, sum eru at atgongdin til sjófeingi er avmarkað, arbeiðsloysið er lutfalsliga stórt ella at fólkatalið er støðugt minkandi.

Kemur ein umsókn inn, sum vil fremja ein verkætlan í einum øki, sum lýkur eina av hesum treytum, so skal støða takast til í hvønn mun verkætlanin stuðlar uppundir til dømis virisøking, arbeiðsmøguleikum, nýskapan og samfelagsligari menning.
Landafrøðiliga er einki økið í Føroyum undantikið í uppskotinum. Økini, har persónar og feløg kunnu søkja um at fáa eina menningarkvotu, eru tey sjey høvuðsøkini í landinum: Suðuroy, Sandoy, Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Vágar, Eysturoy og Norðoyggjar. Søkjast kann eisini um eina menningarkvotu beinleiðis til eitt smærri øki, ið liggur í einum av hesum høvuðsøkjunum. Tá verður kvotan so luta serskilt til tað økið.

Sambært uppskotinum, so kunnu menningarkvotur latast til verkætlanir, ið vara millum eitt og fýra ár. Av samlaðu nøgdini skulu tó í minsta lagið ein fjórðingur latast til verktætlanir, ið eru fyri eitt ár. Verður ein kvota latin til verkætlanir, ið vara meir enn eitt ár, so verður kvotan fyri annað, triðja og fjórða árið í lutfalli tað sama sum hon var fyrsta árið av samlaðu nøgdini.

Tað verður ein metingarnevnd, ið skal taka støðu til tær umsóknir, ið koma inn, men tað er Fiskimálaráðið, ið tekur endaliga avgerð til innkomnar umsóknir, eftir tilmæli frá metingarnevndini.
Tríggir limir skulu verða í metingarnevndini og tað er landsstýrismaðurin, ið tilnevnir limir og varalimir.

Metingarnevndin skal setast saman av fólki, ið millum annað hava serkunnleika ella royndir við eitt nú økismenning, virking av fiski, sølu og fígging.
Uppskotið er sent út til hoyringar í dag og freistin at lata inn hoyringsskriv er 24. apríl.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098