Prestar styrkja fakligheitina og sosiala medvitið

12.04.2018 - 10:34
InnlendisSamfelag
Prestar styrkja fakligheitina og sosiala medvitið
Leygardagin fara føroysku prestarnir námsferð til Danmarkar. Ætlanin er at styrkja um fakligheitina og sosiala medvitið, sigur Uni Næss, dómpróstur

Føroysku prestarnir sita langt frá hvørjum øðrum, og dagligi arbeiðssetningurin ger tað ofta trupult at hittast sosialt, sigur Uni Næss. Tí er tað umráðandi at vit styrkja okkara sosiala samanhald, og tað er ein av ætlanunum við námsferðini.

Námsferðin hevur tvinni endamál, eitt fakligt og eitt sosialt. Innan øll arbeiðsøki er tað vituligt, at tað sosiala i mongum førum hevur eins stóran týdning og tað fakliga. Tað er tað sosiala, ið ber tað fakliga, og tað er tað fakliga, ið gevur tí sosiala virðisgrundarlagið og síni sjálvsøgdu rættindi á einum arbeiðsplássi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444