Fólkatalið: Føroyingar flyta heim

13.04.2018 - 10:09
InnlendisSamfelag
Fólkatalið: Føroyingar flyta heim
Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at 1. mars í ár vóru vit 50.750 fólk í Føroyum og heldur gongdin fram, verða vit 51.000 fólk á Ólavsøku

- 60% av teimum sum flyta til landið, eru føroyingar, føddir í Føroyum, sigur Hans Pauli Strøm, sosiologur.

Tað eru serliga ung fólk við børnum, sum flyta aftur til landið, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni.

Fólkatalið í Føroyum 2008 - 2018 (Kelda: Hagstovan) Størri mynd, trýst HER


Vøkstur um alt meginøkið
Tað er ikki meira enn gott ár síðan, at vit rundaðu 50.000 fólk og fólkavøksturin heldur fram. Lutfalsliga er nógv størsti vøksturin í Eysturoy, og hóast fólkatalið er næstan tað dupulta í Tórshavnarøkinum, so er vøksturin í tali eins stórur í Eysturoy sum í Tórshavnarøkinum. Einasta øki, har tað er ein minking, er í Sandoyar sýslu.

 

Eysturlendingar flyta til landið

- Av útlendingunum sum flyta til landi, eru allarflestu menn og koma í høvuðsheitum frá Póllandi og Rumenia, sigur Hans Pauli Strøm.

 

Broytingar í fólkatalinum seinastu 12 mánaðirnar (Kelda: Hagstovan) Størri mynd, trýst HER

 

Fleiri fødd enn deyð

Orsøkin til at fólkatalið, seinastu 12 mánaðarnar, er vaksið við 750 fólkum, er ein nettotilflyting á 551 og burðaravlopi, ið er munurin millum deyð og fødd, á 209.

 

Ikki fleiri kvinnur úr Asia

- Tað hevur verið at hoyrt, at ein orsøk til fólkavøksturin, eru nógvu kvinnurnar ið koma úr Asia. Men har er ongin vøkstur at tosa um, men heldur ein jøvn tilflyting, sigur Hans Pauli.

Seinastu 10 árini hava millum 25 og 30 kvinnur úr Asia flutt til landið um árið.

 

Fólkatalið býtt upp í økir (Kelda: Hagstovan) (Størri mynd, trýst HER)


Lurta eftir samrøðuni við Hans Paula Strøm

Tú kanst lesa frágreiðingina frá Hagstovuni, við at trýsta HER

Brot út sendingini Nón. Øll sendingin kann hoyrast HER

Kelda: Hagstovan

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533